2016-06-24 16:34

Klokkan 13:43 í dag fekk MRCC Tórshavn eina fráboðan frá Christian í Grótinum at ein av manningini hevði fingið skaða.
Christian í Grótinum var tá staddur 110 fj. eystanfyri flogvøllin. Tyrlan hjá atlantsflog var hjá Christian í Grótinum klokkan gott 15, og fekk mannin umborð á tyrluna, har hann kom undir læknahond. Tyrlan fleyg skadda mannin á Landssjúkrahúsið í Havn, og lendi har klokkan gott 16 seinnapartin.
Á yvirlitinum hjá MRCC sæst, at hetta var uppgáva 55 ið bjargingartyrlan hevur gjørt fyri MRCC í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald