2018-08-30 10:32

Klokkan 23:13 í gjárskvøldi fekk MRCC støðin eina fráboðan úr Suðuroynni, at neyðugt var at fáa flutt eina barnakonu av oynni og norð á Landssjúkrahúsið.
Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum lendi í Froðba klokkan 23:54 har hon fekk barnakonuna umborð og setti síðani kós móti Havnini.
Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 00:15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald