JN

Tyrlan flutti ein mann av Topas á Landssjúkrahúsið

...

2016-10-24 14:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í morgun fekk MRCC boð um, at ein maður umborð á Topas var komin til skaða, Topas var tá staddur nakað vestur úr Suðuroynni.

Tyrlan fór avstað av flogvøllinum, tað vóru 40 fj. at flúgva út til Topas. 

Veðrið var tíbetur til vildar.

Frá tyrluni varð ein bjargingarmaður lorðaður niður á skipið og løtu seinni, høvdu teir skadda mannin umborð á tyrluni, sum lendi kl. 11.20 við Landssjúkrahúsið.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder