2018-08-27 19:14

Klokkan 15:59 seinnapartin í dag fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at eitt ferðafólk hevði brotið beini í Mykinesi.
Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum var í Mykinesi klokkan 16:21. Tá høvdu fólk fingið kvinnuna av fjallinum oman í bygdina. Tyrlan fekk kvinnuna umborð og flutti hana á Landssjúkrahúsið har hon lendi klokkan 16:40.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald