Mentan

Týr á Tórsfest nú leygarkvøldið

...

2015-07-20 16:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað ljóðar næstan sum tikið úr søgubókini, at krígsguðurin Týr fer í veitslu hjá bróður sínum Tóri toruguðinum. Men her er talan um ein tann best umtókta rokkbólkin, ið verður við til at sparka ólavsøkuna í gongd nú leygarkvøldið 25. juli á Tórsfest.

Hetta verður ein væl samanspældur og sera rutineraður tungmálmsbólkur, ið fer at gera sítt fyri at fáa Gongugøtuna at kennast sum ein ferð í Valhøll.

Týr hevur seinastu nógvu árini ferðast kring heimin og spælt. M.a. hava konsertferðir í Russlandi, Norður- og Suðuramerika og kring Evropa verið á skrá. Nú verður so møguleiki at hoyra Týr live í gongugøtuni í Havn leygarkvøldið, tá Tórshavnar Ítróttarráð á øðrum sinni skipar fyri Tórsfest.

Onnur tónleikanøvn sum fara á pallin leygarkvøldið verða Pretty Maids, Basshunter, Byrta, Swangah, Frændur, Sakaris, Hjarnar, Sic, Goresquad, Synarchy, Signar & John og Páll Finnur Páll.

Atgongumerki til Tórsfest fáast í forsølu í Kunningarstovuni í Havn og á ebillett.fo fram til mikudagin 22. juli kl. 18. Um atgongumerki eru eftir, verða tey seld við dyrnar.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder