2021-02-06 19:32

Sagt verður frá at útsetingin av smoltum hjá Luna heldur fram í næstu viku. Tað merkir, at rørið verður lagt útaftur á Sørvágsfjørð mánadagin 8. februar og verður liggjandi til og við leygardagin 13. februar 2021.
Rørið er væl avmerkt við ávaringarljósum.
Hesar dagar fer skipa- og bátaferðslan fram innan fyri ringarnar við Múlan.
Skip og bátar verða biðin um at vísa varsemi tá siglt verður inn og út av Sørvági.
Eru ivamál kann ringjast á tlf. 233205.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald