Vinna

Tvíkiljan Stangarnes nú sum nýggj ??? frá MEST

...

2021-12-10 17:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tvíkiljan Stangarnes, sum hevur verið hart roynd í 20 ár, hevur verið til høvuðsumvælingar (totalyvirháling) á MEST ???so hon nú er sum nýggj.

Arbeiðið er framt innandura í høllini hjá MEST í Havn í tíðarskeiðnum mai til desember í ár. Arbeiðið er gjørt í tøttum samstarvi við Bakkafrost og fevnir m.a. um:

  • Skift nógv stál yvir og undir dekki
  • Sandblásing innan og uttan
  • Metalisering uttan
  • Málað 3 ferðir undir dekki og 4 ferðir omandeks
  • Nýggjar motorar
  • Nýggjan krana
  • Nýtt manningarrúm
  • Nýtt maskinrúm til nýggjan hjálpimotor
  • ??ll hydrauliska skipanin er skift út við nýggja eldrivna og orkusparandi skipan

Arbeiðið er framt innan fyri avtalaða tíðarkarmin, og Bakkafrostfær nú í roynd og veru eina ???nýggja??? tvíkilju fyri ein góðan prís og við hálvari veitingartíð.

Myndirnar vísa hvussu Stangarnes sá út frammanundan og nú hon er sjósett aftur í dag og fer til rakstur í Suðuroynni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder