Vinna

Tvey aliøki vestanfyri góðkend

...

2014-07-08 18:40 Author image
placeholder

Alivirksemið hjá P/F Fútakletti á alifirðinum Miðvágur/Sandavágur, Vágafjørður og Hestfjørður, er umhvørvisgóðkent. Talan er um tvey aliøki, eitt í Miðvági/Sandavági og eitt við Velbastað.

Aling á sjónum hevur eina ávísa dálking við sær, sum kann ávirka umhvørvið. Dálkingin stavar m.a. frá fóðri og skarni. Fóður, sum ikki verður etið, saman við skarni frá fiskinum, søkkur niður á botn, har tað kann hópast upp. Harafturat kemur ein ávís dálking frá heilivági og evnum, sum verða nýtt til at viðgera aliútgerðina. Tað er serliga kopar, sum ofta verður nýtt í samband við impregnering av alinótum. Meðan nótirnar liggja í sjónum, detta flakar av impregnering við tíðini av og kunnu hópast upp.
Í góðkenningini er serligur dentur lagdur á, at tey evni, sum nýtt verða í alivirkseminum, ikki hava árin á umhvørvið. Í góðkenningini eru m.a. settar treytir um, at alifelagið ger regluligar kanningar av botninum undir aliringunum, og at alifelagið skal taka atlit at úrslitunum av botnkanningunum í síni framtíðar aliætlan. Verður dálkingin ov stór, kann Umhvørvisstovan seta forboð fyri at seta fisk út aftur á staðnum.
Eisini er dentur lagdur á, at innaneftirlit, umhvørvisstýrisskipan og skrásetingar eru sambært viðurkendum skipanum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder