JN

Tveir menn í fongsul fyri at smugla Ecstacy

...

2017-02-16 19:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ein av uppgávunum hjá TAKS er at ansa eftir rúsevnasmugling, og javnan taka vit smuglarar, sum royna at flyta ólóglig evni til Føroya.

Fyri stuttum kom ein árvakin tollari hjá okkum fram á 77,5 gramm av ecstacy í einum brævi, sum var sent til móttakara í Føroyum. Hendingin fór fram hjá Posta á ??ðinshædd í Havn.

Ecstacy kemur undir hørð rúsevni, og revsingin fyri slíka smugling er hørð. Føroya rættur dømdi móttakaran og sendaran av brævinum ávikavist 8 og 14 mánaðir í fongsul.

Avdúkaða nøgdin kundi seljast fyri góðar 200.000 kr. í gøtunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder