Ítróttur

Tveir dystir í Vestmanna í kvøld - meting

...

2013-11-27 21:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í kvøld eru tveir dystir í Vestmanna.

Bæði í Elektron og Atlantic Airways verða dystirnir millum VÍF og StÍF.

Hjá VÍF er ein kvinna hálv skadd og ein er sjúk. Vit vita ikki hvussu stendur til hjá strandakvinnum.

Í mansdystinum eru allir spælarnir tøkir hjá báðum liðum.

Vit hava fingið Gurið Krosslá Mortensen at meta um kvinnudystin. Dysturin byrjar klokkan 18:30.

Eg vænti at VÍF frá fyrtsa brískli fer at liggja omaná, tær koma at spæla skjótan hondbólt, tær hava nógvar skjúttar, sum kunnu skjóta útifrá, og av tí at tær hava eina sterka og góða verju, trúgvi eg, at tað vera nógv skjótálop. Tó vil eg siga, at eg vænti ikki at skjótálopini gera at tær vinna, tí StÍF hevur sera skjótar leikarir, sum kunnu renna tær aftur, so tí vil eg meta at bak-ketan fer at skjóta nógv og avgerða dystin.

VÍF er væl betur fyri enn StÍF, bæði viðv. leikarum og pluss at tað gongur so gott í løtuni hjá teimum, tær eru í einum góðum stima nú tær hava vunnið fleiri dystir á rað. Tó skal ikki nakað takast frá StÍF, har eru fleiri góðir leikarir, nógvir góðir ungir leikarir og tær kempa til tað síðsta, men tað virkar bara ikki, sum um at tær fáa tað at rigga. Samanspælið millum StÍF og Tjaldurs leikarnir eru ikki komi heilt uppá pláss enn.

Eg vænti at VÍF vinnur ein tryggan sigur.

Mansdysturin byrjar klokkan 20:00 og vit á jn.fo geva her eina meting av dystinum.

Bæði VÍF og StÍF fara at kempa fyra at fáa stig - VÍF fyri at halda fast í toppinum og StÍF fyri sleppa úr botninum. Vit meta tí at talan kann gerast um ein sera javnan og spennandi dyst í Vestmanna í kvøld. Men um hugt verður eftir gongdini higartil kemur VÍF helst at liggja omaná, men strandingar kunnu gera ein vørr - tað hava vit sæð fyrr. Okkara boð er at VÍF vinnur við trimum málum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder