Vinna

Tveir bátar høvdu brúk fyri sleip í gjár

...

2021-12-11 11:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 10:19 fyrrapartin í gjár fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein útróðrarbátur var uppsteðgaður út fyri Blankaskála í Leirvíksfirði. Báturin ynski sleip til Klaksvíkar. MRCC upplýsir, at Brimil og bjargingarbáturin Fløttur hjá Norðoya Bjargingarfelag fingu boð um at fara bátinum til hjálpar.

Klokkan 21 í gjárskvøldið fekk MRCC støðin aftur eina fráboðan um, at ein bátur var uppsteðgaður. Hesuferð var tað ein bátur, sum var staddur á Norðhavinum, MRCC upplýsir, at báturin var staddur 1,5 sm norður úr Riftanga.

Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Vón, sum Eiðis bjargingarfelag eigur. Vón var hjá bátinum klokkan 21:30, og sleipaði hann til Eiðis har teir komu beint eftir midnátt. Eingin vandi var á ferð og gott veður var á leiðini verður upplýst frá MRCC.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder