JN

Tvær ferðir boð eftir Lív í gjár

...

2018-10-07 07:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í gjár vóru tvær ferðir boð eftir bjargingarbátinum Lív. 

Um 13-tíðina í gjár fekk ein 23 fót bátur motortrupuleikar 1 fj. suður í Molanum í Tórshavn, verður sagt av MRCC støðini. Lív var boðsend at fara bátinum til hjálpar, men tann 23 fót báturin fekk motorin ígongd aftur og sigldi inn sjálvur. Lív fylgdi bátinum inn.

Beint fyri 22-tíðina í gjárskvøldið kom ein fráboðan um at Ragnhild hevði fingið motortrupuleikar út fyri Runavík. Boð blivu send eftir Lív og Annu, sum komu Ragnhild til hjálpar, og var hon løgd inná Runavíkar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder