Vinna

Turið F. Arge nýggjur vinnustjóri hjá BankNordik

...

2014-08-06 19:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

BankNordik hevur tilnevnt nýggjan vinnustjóra fyri at styrkja samstarvið við vinnukundarnar.

1. august 2014 hevur BankNordik tilnevnt Turið Finnbogadóttir Arge til nýggjan vinnustjóra. Turið F. Arge tekur við starvinum eftir Bjarne Jørgensen, ið hevur tikið við starvi sum kredittráðgevi á kredittdeildini.
Turið F. Arge hevur tey seinastu árini verið stjóri á sølu- og marknaðardeildini og hevur í hesum starvi megnað at skapt góð úrslit og at styrkt sambandið millum sølu og rakstur. BankNordik metir, at hon kann styrkja sambandið hjá vinnudeildini við kundarnar.
Turið F. Arge er útbúgvin cand.merc.aud. og hevur starvast í bankanum síðan 2007, har hon hevur verið ráðgevi og síðan bólkaleiðari á íløgudeildini, stjóri á starvsfólkadeildini og stjóri á sølu-og marknaðardeildini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder