2014-10-21 04:44
Tummas T. kom á Tvøroyri kl. 23 í kvøld við góðum 1.000 tonsum av sild, sum teir hava fiskað norðanfyri, tað er góð sild teir eru komnir inn við.
Fyrst á túrinum samtrolaði Tummas T. við Høgaklett, men síðan Høgiklettur fór inn at landa, hevur Tummas T. trolað einsamallur.
Finnur Fríði hevur landað á Tvøroyri, teir eru nú ávegis aftur á sildafiskiskap norðanfyri, tað fer Fagraberg eisini, tá ið teir eru liðnir at landa í Fuglafirði.
Tróndur í Gøtu og Jupiter royna í kvøld eftir makreli á Sandoyarbankanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald