2014-08-07 05:13
Tummas T. kemur á Kollafjørð nú kl. 1 í nátt við 850 tonsum av makreli, sum teir hava tikið frá Róki/Lerki, Falki/Heyki og Suðringi/Rankanum.
Í løtuni landar Fagraberg 500 tons í Kollafirði, teir verða liðnir tíðliga í morgin, tá sleppir Tummas T framat.
Tað hevur verið hampuligur fiskiskapur á makrelfeltinum í ein útnyðring úr Føroyum, har nógv skip eru á einum lítlum øki.
Myndirnar niðanfyri eru tiknar í Kollafirði í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald