2014-08-12 02:52
Tummas T. kom á Tvøroyri fyrr í kvøld við útvið 700 tonsum av makreli, sum teir hava tikið ímóti á feltinum norðanfyri.
Í løtuni landar Tróndur í Gøtu á Tvøroyri, Tummas T sleppur framat, tá ið Tróndur er liðugur.
Makrelflotin roynir í kvøld víða um, tey norðastu skipini eru norðuri á 68,5N og 1,5V.
Sagt verður frá høgættarvindi alla vikuna, tá plagar ikki at roynast við makrelveiðuni.
Myndirnar niðanfyri hevur Reidar Simonsen tikið á Tvøroyri í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald