2014-11-11 05:05
Tummas T. kemur á Tvøroyri í nátt við 1.100 tonsum av makreli, sum er fiskaður í ein útsynning úr Hetlandi í ES-sjógvi.
Tummas T hevur gjørt ein skjótan túr, teir gjørdu 3 stutt tov, har teir fingu 1.100 tons burturúr. Teir siga, at har var heilt nógvur makrelur at síggja. Fleiri av føroysku skipunum eru har á leiðini.
Í løtuni landar Finnur Fríði á Tvøroyri, teir verða liðnir tíðliga í morgin, og tá sleppir Tummas T framat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald