Vinna

Tróndur í Gøtu skal landa svartkjaft á Tvøroyri

...

2015-01-30 03:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tróndur í Gøtu, sum hevur roynt eystur ímóti markinum við Hetland, gjørdi í kvøld eitt hampuligt hál, har teir fingu 170 tons av svartkjafti.

Við JN.fo søgdu teir fyri løtu síðan, at teir valdu at fara á Tvøroyri við feska svartkjaftinum, har teir skulu gera eina roynd, at arbeiða svartkjaftin á virkinum á Tvøroyri. 

Tróndur í Gøtu verður á Tvøroyri tíðliga í nátt.

Teir hava eisini onnur góð 500 tons í tangunum, um tað verður landað til Havbrún áðrenn teir fara út aftur, høvdu teir ikki tikið støðu til enn.

Tað er sjask-veður á leiðini, sagt verður frá stórari aldu og nógvum vindi.

Slættaberg royndi á leiðini har Tróndur hevur roynt.

Hini føroysku svartkjaftaskipini royna sunnast í føroyskum sjógvi, eisini er íslendska skipið Huginn har og somuleiðis 3 russisk skip.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder