2015-09-04 19:18

Tróndur í Gøtu fór í nátt at sigla inn av makrelfeltinum norðanfyri við 1.200 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri. Støddin á makrelinum liggur millum 410 og 420 gramm.
Tróndur verður á Tvøroyri um 20-tíðina í kvøld.
Í løtuni landar Jupiter á Tvøroyri, men teir verða liðnir at landa kl, 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald