2015-03-01 15:06
Tróndur í Gøtu og Fagraberg sigla til Føroyar við lodnu - av føroyskum skipum er tað bara Norðborg, sum er á lodnufeltinum í morgun.
Tróndur hevur1.400 tons, tað er ikki avgjørt hvar teir landa, men teir verða á Føroyum seint í nátt.
Fagraberg hevur 1.000 tons, teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði, Fagraberg verður á Fuglafirði eftir middag í morgin.
Christian í Grótinum landar til Pelagos í løtuni, teir verða liðnir at landa, tá ið Fagraberg kemur. Christian í Grótinum fer á svartkjaftaveiðu, tá ið teir hava landað.
Finnur Fríði landar á Fáskrúðsfirði í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald