2014-10-25 21:02
Tróndur í Gøtu kom á Tvøroyri í gjárkvøldið við 700 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað sunnanfyri.
Á Tvøroyri byrjaðu teir at landa Trónda í morgun.
Nú sildakvotan er fiskað, eru tað fleiri skip, sum fara aftur á makrelveiðu, men nú fara tey at royna sunnanfyri, tí eingin makrelur er at síggja norðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald