2015-08-26 14:11

Tróndur í Gøtu kemur á Tvøroyri kl. 9.30 í morgun við 1.200 tonsum av makreli, sum er fiskaður norðast í føroyskum sjógvi á uml. 65N og 3,5V.
Tróndur var á feltinum í 22 tímar, teir fóru at sigla um middagin í gjár.
JN.fo tosaði umborð í morgun. Teir søgdu, at tað er góður makrelur skipini fáa har norðuri, støddin liggur um 400+
6 føroysk skip eru á feltinum norðanfyri - Norðborg, Christian í Grótinum, Jupiter, Fram, Hamranes og Breiðanes - Finnur Fríði og Fagraberg verða á feltinum ávikavíst í kvøld og í nátt. Har er okkurt íslenskt skip og fleiri russisk, sum bæði royna sunnan- og norðanfyri markið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald