2014-08-11 01:19
Tróndur í Gøtu fór í dag at sigla inn við 550 tonsum av makreli. Tróndur skal landa á Tvøroyri, teir verða á Tvøroyri millum kl. 3 og 4 í nátt, teir sleppa framat at landa beinanvegin teir koma inn.
Tróndur í Gøtu hevur pumpað inn frá Enniberg og Jupiter og seinni Finni Fríða.
Tað hevur verið eitt lot høgt í gjár og í dag, tá spjaðist makrelurin, so tað er ikki komið nógv burturúr hesar báðar dagarnar - Í dag leita øll skipini á einum stórum øki - tey eru farin longri eysturyvir.
Sagt verður frá høgætt teir komandi dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald