2015-03-16 03:15
Tróndur í Gøtu, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu vestur úr Írlandi, fór í gjár at sigla til Føroyar. Tróndur hevur 2.000 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Teir hava fiskað í altjóða sjógvi góðar 200 fj. vestur úr Írlandi, har eru eisini Næraberg og Christian í Grótinum.
Veðrið hevur verið sera vánaligt hendan túrin, men nú teir sigla til Føroyar hava teir hampuligt veður.
Tóndur verður á Fuglafirði mánakvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald