2015-01-24 16:39
Fyri lítlari løtu síðani, legði Tróndur í Gøtu at bryggju í Fuglafirði. JN.fo hevur júst práta umborð, og sagt verður at teir landa til Havsbrún, landingin byrjar klokkan 11:30.
Av skipinum verður sagt, at teir hava 2600 tons av svartkjafti. Seinasta hálið á túrinum, var støddin á svartkjaftinum heldur minni, enn hvat hon var allan túrin, tá støddin á svartkjaftinum var hampulig.
Væntandi fer Tróndur í Gøtu útaftur seinnapartin í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald