2015-02-21 20:32
Í morgun skrivaðu við at 3 londnuskip vóru á veg heim til Føroyar at landa. Sí her.
Nú er Tróndur í Gøtu eisini farin at sigla, teir hava 900 tons av lodnu, tað mesta fingu teir í nátt.
Enn er ikki avgjørt hvar Tróndur skal landa. Teir verða á Føroyum beint eftir middag í morgin.
JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan, teir siga at nú er verðrið gott, og sum tað sær út verður eisini hampuligt veður at sigla heim í nátt.
Tá ið liðugt er at landa verður farið aftur á lodnufiskiskap víð Ísland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald