Mentan

Trøllkonufingur: Jóhannus svarar spurningum um túrin

...

2015-07-20 19:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað var mánanáttina 6. juli klokkan 03:00, at Jóhannus Hansen, saman við teimum trimum Pætur Jørðdal Niclasen, John Petersen og Bergur Mikladal fóru úr Sandavági við báti út til Trøllkonufingur. Har teir skuldu klintra upp á toppin á Trøllkonufingri, sum er 313 høgur. Bergur Mikladal, var fyrsti maður uppá á tindi, klokkan 16 dagin eftir (týsdag), og tveir tímar seinni vóru allir komnir uppá Trøllkonufingur.

Vit hava sett Jóhannusi Hansen nakrar spurningar.

Sí eisini: Myndir frá bragdinum upp á Trøllkonufingur

Var tað nakrantíð ivamál um tú skuldi fara ella ikki, hvat søgdu tey nærmastu?
- Nei tað var eg sum planlegði túrin, so tað var heilt sikkurt at eg skuldi við, og tá ið eg spurdi, um teir høvdu hug at gera túrin saman við mær, vóru teir tíbetur heldur ongantíð í iva. Tað eri eg teimum sera takksamur fyri.

Tey nærmastu tóku meg ikki fyri fult, tá ið eg fortaldi teimum hvat ið eg ætlaði mær, ikki fyrr enn nakrar fáar dagar áðrenn gekk tað upp fyri teimum, at vit veruliga fóru at gera hendan túrin. Synd at siga at mamman dámdi tað, hini dugdu betur at goyma tað.

Hvussu hava tit trenað/fyrireikað tykkum uppá túrin?
- Eg, Pætur og John hittust til Føroya fyrsta klintriskeið í Norðradali í august í fjørð, tað var Klintrifelag Føroyar ið skipaði fyri.
Tá høvdu John, og Bergur longu klintra uppá ymsar drangar. Pætur og John klintraðu uppá ??ldina aftaná at vit høvdu høvdu verið á skeið, eisini hava John og Bergur verið uppi á øllum tindunum á Tindhólmi síðan tá. So teir hava nógvar royndir á hesum økið.
Annars so venja vit í Norðradali, við at klintra tær leiðir ið eru har, vit venja okkum at brúka ta nógvu klintriútgerðina, sum krevst til slíkar túrar.

Hvat var tín uppgáva á liðnum, sum næsti maður?
- At tryggja Bergur tá ið hann førdi, rudda útgerðina, sum hann hevði brúkt at tryggja seg við,
og tryggja teir sum komu aftaná.

Hvussu var tað at vita, at tú skuldi sova uppi á Ovaraskarði?
- Tað var nakað sum eg planlegði eitt ár frammanundan, so eg hevði nokk av tíð, at venja meg við tankan. Vit høvdu ikki kunna fingið eitt vakrari stað at hvílt okkum á. Tað er alt ov sjálvdan, at man liggur og hvílur seg ímillum havhestar í einari so stórslignari og vakrari náttúru.

Hvussu ber tað til at tú ikki sovnaði?
- Tá ið man klintrar, so skal øll útgerð viga so lítið sum gjørligt, tí keypti eg mær ein lættan soviposa, tíverri var hann sera vánaligur til at halda hitanum, og eg lá og ristist og skalv alla náttina, tí eg fekk ikki hita í meg.
So lærdi man tað til næsta túr, tá keypi eg mær ein góðan, tungan og heitan soviposa, tann gamli er blakaður í skrell.

Angraði tú nakrantíð á veg upp í Trøllkonufingur, at tú var farin?
- Nei ikki eitt sekund, hattar var besta, og stórsta løtan í mínum lívi - frá byrjan til enda.

Hvat var tað harðasta á túrinum?
- Tá ið vit vóru komnir uppí Gripið 200 m, og tað fór at regna illa. Tá var eg bangin fyri, at vit vóru noyddir til at gevast. Tíbetur eydnaðist tað Bergi at klintra uppí Ovaraskarð, so at vit kundu sleppa trygt upp har at hvíla okkum.

Hvat hendi tá ið tú datt, beint áðrenn tú komst uppá toppin?
- Ein frændur (trygging man setur í rivur) sat í vánaligum gróti, eg setti ov nógv á, og skræddi hana úr. Men eg hevði sett eina aðra trygging 1 metur undir, og var tryggjaður uppeftir, so ongin vandi var á ferð, sjálvt um tað ljóðar- og sær ógvusligt út, tá ið ein fær eitt fall.

Les eisini: Sikringin helt ikki Jóhannusi

Hvat hugsaði tú, beint tá tú datt?
- Tað hendi so skjótt, at eg visti ikki av, at eg fekk eitt fall fyrrenn tað var yvirstaðið, so tók adrenalini yvir, og eg hálaði meg upp á toppin.

Hvussu føldist tað, tá tú var komin niðan á?
- Eftir at hava fyrireikað túrin í uml. hálvtannað ár, sæð yvir á Trøllkonufingur næstan hvørja ferð man er farin at skjóta harur, ella bara ein túr í hagan, og droymt um - at staðið har uppi líka síðan man sum smádrongur lá við bátið undir honum, tá ið man var á flotið við abbanum, so klári eg ikki at seta orð á ta fantastisku góðu kensluna - tá ið man endiliga megnaði at røkka sínum máli.

Nógv hevur verði tosað um, hvussu stórur Trøllkonufingur er ovast uppi. Nú tá ið tú hevur verið har, hvussu stórur er hann?
- Vit tóku tíverri ikki mát. Tað er ringt at siga, tí hann er rundur, men umleið 40 fermetrar har sum vit gingu, og vestan fyri er ein skráningur sum er eitt sindur minni - so kanska 60 fermetrar samanlagt.
Við at máta á Kortal.fo blívur hann máldur til umleið 100 fermetrar, men eg meti, at hann er minni enn tað.

Hvør verður næsta avbjóðing?
- Tað verður hildið loyniligt, men vónandi fáa tit at vita tað um ikki alt ov langa tíð, tá ið vit hava rokkið tí málinum.

Hvussu hevur tú tað aftaná túrin?
- Burtursæð frá einari fiburspreinging í rygginum - havi eg tað sera gott.

Tók tað leingi at koma fyri seg aftur?
- Tað tók leingi at fáa svøvnin uppá pláss, og man var eymur í 2-3 dagar.


Les eisini:
Túrurin tók 49 tímar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder