
Í gjár høvdu tríggir bátar brúk at fáa hjálp frá bjargingarbátum at sleppa til lands aftur, tí eitt hvørt hevur verið galið.
Bjargingarváturin Lív hevði tvær uppgávur at sleipað bátar í gjár. Fyrruferð var klokkan 11:30 tá ið ein bátur eystur úr Nólsoynni bað um hjálp, tí hann hevði fingið motortrupuleikar. Lív var á Havnini klokkan 13:30 við bátinum. Lív var ikki meira enn komin til Havnar, so vóru boð aftur eftir teimu, tá ið teir fóru vestur um Sandoynna eftir einum báti, klokkan 18:30 var Lív á Havnini.
Bjargingarbáturin Ziska var boðsendur at fara einar 15 fjórðingar norður úr Føroyum, at hjálpa einum útróðrabáti, sum hevði fingið trupuleikar. Ziska fór av Klaksvík klokkan 13:20, og var hjá bátinum 14:50. Klokkan 18:30 hevði Ziska sleipa bátin til Klaksvíkar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald