2014-01-21 02:42
07 Vestur: Bæði Torstein og Petur hava verið við frá venjingin byrjaði fyrst í mánaðinum, og í kvøld hava báðir gjørt avtalu við 07 Vestur, sum merkir, at teir leika við okkum hetta kappingarárið eisini.
21-ára gamli stríðsmaðurin, Torstein Mýlingstind, sum er úr Kvívík, hevur fingið sína fótbóltsuppaling her hjá okkum. Hann spælir vanliga á høgra bakki, hóast hann hevur fingið nakrar dystir longur frammi og á vinstra bakkplássi.
Torstein spældi sín fyrsta dyst á vaksnamannalið hjá 07 Vestur longu í 2010, tveir mánaðir áðrenn sín 17 ára føðingardag. Tilsamans eru tað blivnir 89 dystir, hóast bert 20 ára gamal.
Petur Gullstein Dalbø kom til 07 Vestur í fjør, eftir at hann flutti til Vestmannar at ganga í skúla. Petur spældi við Víkingi, har hann eisini kom framat rættiliga tíðliga, longu sum 17 ára gamal.
22-ára gamli bakkurin var eisini av týðningarmiklastu leikarum okkara í fjør. Hann spældi allar 27 dystirnar í EFFO-deildini umframt tann eina í steypakappingini.
Vit ynskja teimum báðum hjartaliga tillukku og gleða okkum til enn eitt kappingarár!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald