Ítróttur

Torkil nummar 7 í býarkoyringini í kvøld

...

2013-07-19 07:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í kvøld hava súkklarnir súkklað býarkoyring. Súkklað var á einum teini ið var 1.2 km langur. Súkklast skuldu 50 min + 5 umfør. 36 mans vóru teknaðir til start, men bara 30 startaðu. Bogi Kristiansen var so óheppin, at hann datt, tá ið skotði var í gongd - Bogi súkklaði í 6 min og gavst so aftaná tað.

Tað vóru 11 mans, sum blivu tiknir úr kappingini, har var Jóanis Albert Nielsen ein av teimum, hann var tikin út aftaná 25 min. So nú vóru bara 18 mans eftir, Torkil Veyhe royndi fleiri ferðir at sleppa í útbrot, og tað kom hann eisini, men tað gekk ikki lang tíð, so vórðu teir tiknir aftur. Torkil Veyhe kom á mál á einum 7. plássi 1 min og 6 sek aftaná Tobyn Horton, sum vann í kvøld. 

Gunnar Dahl Olsen var allatíðirnar í feltinum og hann kom á mál 1 min og 24 sek aftaná vinnarin - tað rakk til eitt 16. pláss.

Skriva¨hevur Jóanis Albert á Bermuda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder