2016-11-17 22:00

EB/Streymur brynjar seg til komandi kappingarár, nú felagið aftur verður at síggja í bestu deildini.
Í dag hevur felagið gjørt sáttmála við ein ungan evnaríkan leikara, nevniliga Tóka á Lofti.
Tóki á Lofti er uppvaksin í AB og hevur umframt AB eisini leikt við B36 í 2012, 13 og 14, umframt at hann í ár spældi við 07 Vestur.
Tóki er 24 ára gamal og spælir á miðjuni. Hann hevur fyri tað mesta spælt í 1. deild seinastu árini, men hevur spælt nakrar dystir í Effo-deildini við B36 og AB.
Talan er um eitt ára sáttmála.
Vit bjóða Tóka vælkomnan til Margáir og gleða okkum at síggja hann í blá/svørtu troyggjuni, tað skrivar EB/Streymur á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald