JN

Tilfeingisbasarur á Miðnámi í Vestmanna

...

2018-09-17 12:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mikudagin 19. september verður tilfeingisbasarur v.m. á Miðnámi í Vestmanna

Næmingar í 2. flokki á tilfeingisbreytini skipa fyri ymsum tiltøkum í sambandi við Vestmannadagarnar.

Barnabiografur:Tveir filmar uttan aldursmark eru á skránni

Kl. 16.00 Vaiana

Kl. 18.00 Skønheden og udyret

Atgongumerki til hvønn filmin er 50 kr. íroknað poppkorn og saft.

Kl. 16.30 ??? 19.00 Tilfeingisbasarur

Høvið verður at royna ymiskar matvørur, ið næmingarnir hava framleitt úr føroyskum tilfeingi, sum t.d. tara, hvonn, rabarbur o.a.

Til ber at keypa fjølbroytt úrval av vørunum. Peningurin, sum kemur inn, verður nýttur til námsferð hjá næmingunum.

Almennir fyrilestrar:

Kl. 17.00 Gutti Vinther:Smakka uppá náttúruna

Kl. 18.00 Agnes Mols Mortensen:Tari í Føroyum sum tilfeingi

Tað er ókeypis atgongd, har øll eru vælkomin til fyrilestrar og tilfeingisbasar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder