JN

Til minnis um okkara elskaðu Dinnu (Katrinu Hansen)

...

2018-09-02 12:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

30.09.24 ??? 27.09.17

Góða, elskaða Dinna

Nú ert tú burtur, og alt er so tómt. Tú hevur altíð verið her. Títt heim hevur altíð verið opið fyri okkum ??? fult av kærleika og hita. Altíð ein drekkamunnur og okkurt gott afturvið. Tú átti altíð ísar í frystiboksini til børnini. Vit hava havt so nógvar góðar løtur saman við tær bæði sum børn og vaksin. Tú var so ómetaliga góð við mammu, og tín kærleiki til hana fylgdi við til okkum, og tá vit fingu børn, fingu tey eisini tann sama kærleikan frá tær, sum vit fingu.

Tá vit vóru børn, lovaði tú okkum ofta at seyma við tínari seymimaskinu. Í nógv ár hevði seymiskeið í Gamla skúla í Sandavági, og vit sluppu ofta við tær á seymiskeið og á bingo. Vit gingu túrar út á Bakka. Lívið var deiligt, og tað var altíð gott at vera hjá tær, Dinna. Sum barn dámdi mær sera væl rísingreyt, og tí gjørdi tú mær altíð rísingreyt, og eg elskaði tað. Nógvar eru løturnar, har vit hava sitið á gólvinum í køkinunum hjá tær og spælt lego. Tað vóru deiligar og friðsælar løtur. At sleppa í baðikarið í kjallarnum var mangan stuttligt, og ofta stóð skúmið langt upp um kantin. Hjá tær var einki óført. Tú elskaði okkum børn, og vit elskaðu eisini teg. Hjá tær sluppu børn at vera børn, eingi krøv, einki skeld, bara kærleiki, umsorgan og heitir drekkamunnar.

Tú var ikki gomul í tí, tú var altíð við uppá ???beatið???. Fylgdi við tíðini. Um onkur vildi hava okkurt seymað uppá ein ávísan máta, so visti tú beinanvegin, hvussu tey vildu hava tað at síggja út, og so seymaði tú tað soleiðis. Tínar hendur vóru ongantíð tómar ??? tú bant ella seymaði altíð okkurt. Húsið var altíð tipp topp, har var einki at seta fingurin á nakrastaðni, hvørki inni ella uttanfyri.

Hóast tú ikki hevði føtt nakað barn sjálv, so átti tú sera nógv børn, ommubørn og langommubørn. Tað sást eisini aftur á Ellisheiminum, har tú var ein av teimum, sum høvdu flest vitjandi. Hóast tú nú ert farin, og verðin er eitt nógv kaldari stað, enn hon var áðrenn, so kenni eg enn hitan frá tær í teimum heitu hosunum og troyggjunum, tú bant mær í kærleika. Tey pløgg, tú hevur latið úr hondum ígjøgnum ár og dag, munnu vera óteljandi. Vænti, at øll í familjuni eiga okkurt, sum er komið úr tínum vælgjørdu og dugnaligu hondum, stór sum smá. Í stovuni hjá okkum hanga gardinur, sum tú seymaði okkum, tá vit fluttu í húsini fyri átta árum síðani. Tá var tú 85 ár. Tú bant Roberti nógvar vakrar troyggjur, og Róðin gongur hvønn dag í hosum, tú hevur bundið honum.

Tá eg sá teg fyri síðstu ferð og kysti tína køldu pannu, var eg í eini troyggju, tú bant mær tvey ár frammanundan. Eg elski hana. Og eg elskaði teg, Dinna, og eg veit, at tú elskaði meg, sjálvt um tað ta seinastu tíðina virkaði, sum tú ikki kendi meg so væl, hóast eg havi verið títt kelivætti alt lívið.

Tú var gávumild sum fá. Trúgvi aldri, eg eri farin út frá tær uttan at fáa okkurt við mær. Tú bar okkum døgurðar, bløð og køkur. Tú gleddist altíð um at geva. Tú bakaði til føðingardagar. Tá Birita og eg vóru lítlar, gekk tú til Miðvágs í kaviroki fyri at geva okkum maltøl og okkurt gott, um onnur okkara var sjúk - oftari var tað eg. Tað var einki, tú ikki vildi gera fyri meg, einki! Tú gav so nógv og kravdi einki afturfyri.

Tú vart bersøgin og hevði bein í nøsini, ein sterk kvinna við sterkum meiningum. Tey, sum vóru so heppin at sleppa heilt nær tær og fáa tín kærleika, ivaðust ongantíð í, at tú elskaði tey við lív og sál og vildi ganga ígjøgnum eld og vatn fyri tey.

Góða Dinna, tín seinasta tíð var sera strævin, og tað var ringt sum avvarðandi at síggja, hvussu ringt, tú hevði tað. At síggja og hoyra, hvussu illa tú tímdi at vera á Ellisheiminum. Tað var ikki eitt stað fyri eina sum teg, sum altíð var í sving. Sum enn hevði koyrikort og sum fáar mánaðir frammanundan koyrdi bil. Og sum hevði Facebook og dugdi at brúka Skype. Men vit vóru nógv, sum vóru hjá tær, og tað haldi eg, at tú var sera glað fyri.

Tú vart nakað serligt, Dinna. Ein einari. Ein kempari. Eitt arbeiðsgrev. Ein megnarkvinna!

Tú hevði góðan sans fyri humor og dugdi meira enn at mata tær. Tó eitt, dugdi tú ikki so væl, og tað var at tekna. Tú dugdi at tekna ein pinnamann, og honum hava vit mangan flent at. Hann var rættiliga stuttligur. Viðhvørt plagdu vit at biðja teg tekna hann fyri at fáa ein góðan látur.

Tú rørdi nógv hjørtu, Dinna, og saknurin eftir teg verður stórur. Men í okkara hjørtum livir tú æviga ??? ikki minst í øllum pløggunum, tú ígjøgnum ár og dag hevur bundið okkum.

Takk fyri alt, Dinna. Takk fyri, at tú var tú og fyri, at vit sluppu at vera vit.

Hvil í friði, verðsins besta Dinna. Altíð elskað, ongantíð gloymd!

Til mánan og aftur

Jónley

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder