JN

Tíðindinaskriv frá Alzheimerfelagnum

...

2016-09-19 09:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindinaskriv frá Alzheimerfelagnum:

Í sambandi við Altjóða Alzheimerdagin skipar Alzheimerfelagið fyri tveimum tiltøkum:

I: Mikudagin 21.september kl. 19: Pallborðsfundur í ??strøm við heitinum:

Hvør eigur ábyrgdina?

Alzheimerfelagið ynskir at varpa ljós á støðuna hjá teimum yngru við demens, nú eldraøkið er yvirtikið av kommununum.

Tí skipa vit fyri einum pallborðsfundi, har umboð fyri kommunurnar og landstýrið koma at kjakast um, hvussu ein varandi loysn kann finnast, so mennandi tilboð kunnu vera fyri teimum yngru við demens og teirra avvarðandi kring alt landið.

Tey, sum luttaka í pallborðinum, eru:

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum

Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu

Bjørghild Djurhuus, forkvinna í trivnaðarnevndini hjá Tórshavnar kommunu

Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt.

Búi Dam og Aleksandur Samuelsen koma at greiða frá, hvussu teir hava upplivað ein av sínum nærmastu fáa staðfest sjúkuna. Tónleikatáttur verður á skránni ??? og kaffi, te og køkur verða at fáa sær.

Tiltakið er alment og ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin .

II: Hósdagin 22. september kl. 14: Demens-gudstænasta í Vesturkirkjuni.

Í sambandi við Altjóða Alzheimerdagin skipar Alzheimerfelagið fyri eini demens-gudstænastu í Vesturkirkjuni.

Bergur Debes Joensen prestur hevur gudstænastuna.

Tónleikur og sangur verður á skránni:

· Barnakór úr 2. og 3. fl. í Skúlanum á Fløtum

· Dupultkvartettin úr Ebenezer

· Dupult strúkikvartett

Gudstænastan er ætlað fólki við demenssjúku og vóna vit, at tiltakið kann verða til gleði fyri mong. ??ll eru hjartaliga vælkomin.

Vegna nevndina fyri Alzheimerfelagið ???

Malan Mohr

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder