JN

Tíðindaskriv: Vitjan hjá SEV 24. mars

...

2017-03-09 15:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv.

Vitjan hjá SEV í Húsahaga fríggjakvøldið 24. mars
Visit Tórshavn skipar enn einaferð fyri einum túri fyri almenninginum niðan til vindmyllulundina hjá SEV í Húsahaga.
Tiltakið er ókeypis. Hetta er í sambandi við Earth Hour, ið er leygardagin 25. Mars, har evni verður: orkunýtsla.
Kl. 19.00 fer bussur úr Steinatúni niðan í Húsahaga.
Greitt verður stutt frá ljósætlanini í vindmyllunum.
Aftaná verður farið inn í koplingarstøðina hjá SEV.
Okkurt gott verður til góman og góður tónleikur verður at hoyra.
Uml. kl. 21 koyrir bussurin oman aftur í Steinatún.
Á veg oman aftur verður koyrt út til vindmyllurnar at lurta eftir
veingjasuðinum.

Tað er ikki neyðugt at lata seg í tey tjúkku klæðini , tí at túrurin verður fyri tað mesta innandura.

Tað er bert atgongd fyri tey, ið eru við bussinum, so tað ber ikki til at koma við egnum bili.

Tilmelding á tel: 30 24 25 ella á mail: [email protected] ella kom inn á gólvið hjá Visit Tórshavn í Steinatúni.

Tað er sera avmarkað atgongd, so tað er at skunda sær at melda til !

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder