
Dizzy Mizz Lizzy á Okkara Voxbotn 2022
Gleð teg til ársins konsertdag 25. juni 2022, tí tá verður eitt satt rokkbrak á Okkara Voxbotn, tá navnframu Dizzy Mizz Lizzy trína á pallin.
Tíðindaskriv:
Danska rokktrioin, sum legði ríkið fyri sínar føtur í 90´unum, eigur eitt heilt serligt pláss í hjartanum á mongum føroyingi. Trioin gav út plátuna Dizzy Mizz Lizzy í 1994, og hon streyk upp á tónleikatindarnar alt fyri eitt. ??tgávan varserstøk, tí hon var á tremur við hittum. Danskur tónleikur hevði brádliga fingið eitt nýtt, rátt og melodiskt úttrykk, sum øll tóku til sín. Dizzy Mizz Lizzy var uttan iva heitasta navnið á øllum festivalum í ríkinum miðskeiðis í 90´unum.
Waterline, Silverflame, Barbedwired Baby´s Dream og Live is a Loser´s Game eru bara nøkur av hittunum av fyrstu útgávuni hjá Dizzy Mizz Lizzy.
Bólkurin gav út útgávuna Rotator í 1996, og eisini hon stóð seg ómetaliga væl. Í 1998 gjørdu teir tríggir Tim Christensen, Martin Nielsen og Søren Friis av at fara hvør til sítt. Bólkurin var kvirrur til 2009, tá teir aftur gjørdu eina konsertferð saman. Nú tendraði í aftur, og í 2014 varð kunngjørt at bólkurin nú aftur var virkin. Og nú eru teir ávegis til Føroya.
Frammanundan er greitt, atHugorm og Tungewaag eisini fara atframføra á Okkara Voxbotn25. juni2022.
Keyp atgongumerki beinanvegin, tí vit vænta, at tað verður totalt útselt. Atgongumerki fáast í forsølu fyri kr. 695 á ebillett.fo
Okkara Voxbotn 2022 í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, SMS, BankNordik, Posta, Eta, Bilrøkt, Okkara, Power, Sisu og Nema
Vinarliga
Voxbotn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald