Ítróttur

Tíðindaskriv frá Bragdinum um Top Run

...

2013-09-09 21:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin 14.september kl.15, verður tann eftirhondini vælkenda og sera avbjóðandi renningin, TopRun aftur á skránni. Renningin, sum er 9,7km, byrjar við EFFO støðina í Kollfjarðadali og endar á Sornfelli, har sum inngongdin til fjalli er og har sum radararnir hjá Færøernes Kommando vóru. Runnið verður eftir Oyggjavegnum og síðani verður við Mannafelsdal, snara til høgru eftir fjallavegnum niðan á toppin. Sum onkur skemtiliga tekur til, so er "bara" ein brekka á túrinum og er hon sostatt allan vegin. Starvsfólk sum arbeiða hjá Færøernes Kommando, sum nú eru rættuliga fá í tali, syrgja fyri at opið verður inn í fjalli, so til ber at skifta og okkurt leskandi verður eisini til háls og góma.

Tað er Ítróttarfelagið Bragdið, sum skipar fyri renningini og er tilmeldinging á heimasíðu felagsins www.bragdid.folatin upp. Møguligt er eisini at melda til umvegis Facebook síðuna hjá Bragdinum. Har er leinkja til tilmeldingarsíðuna (http://app.lap.io/event/2013-top-run). Somuleiðis ber til, at melda til á staðnum, í EFFO/FAST støðini, millum kl.14 og 14:30. On-line tilmelding kostar 100 kr. og stongir fríggjakvøldið kl. 23:59. Eftirtilmelding kostar dupult, altso 200 kr. So tað er at melda til í góðari tíð.

Hetta er 11 ári á rað, at renningin verður fyriskipað, og øll sum eru byrjaði, hava gjøgnumført.

Av trygdarávum er bert pláss fyri 100 luttakarum, so tað er um at skunda sær og melda til.

Tað er Sam Vang sum hevur vunnið tær flestu renningarnar niðan á Sornfelli. So spennandi verður um Sam verður tikin í ár.

Hjá kvinnum er Bjørk Herup Olsen tann mest vinnandi. Bjørk er burturstødd í lestrarørindum.

Skjótasta kvinnan niðan, er dupulti OYL gullvinnarin Valborg Heinesen. Valborg brúkti 51,21minuttir at renna teinin.

Skjótasti maðurin niðan á toppin er Sigurð Justinussen. Sigurð brúkti 45,02minuttir.

Renningin verður leygardagin 14.september kl.15:00

Vinarliga vegna Bragdið

Fríðrikur Bláhamar

tel. 214975

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder