JN

Tíðindaskriv frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

...

2018-08-26 14:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tann 25. august 2018 koma 4 nýggjar kunngerðir frá Samferðslumálaráðnum í gildi. Talan er um 4 kunngerðir, ið allar hava heimild í arbeiðsumhvørvislógini.

Samanlagt er talan um størstu einstøku dagføring av kunngerðum til arbeiðsumhvørvislógina í meira enn 20 ár.

Talan er um fylgjandi kunngerðir:

·Kunngerð um innrætting og nýtslu av trýstberandi útbúnaði:

Nýggja kunngerðin savnar allar reglurnar um trýstberandi útbúnað í eina dagførda kunngerð. Áðrenn var talan um 5 ymiskar kunngerðir, harav tann elsta var frá 1950.

·Kunngerð um uppseting og nýtslu av lyftum o.ø.:

Kunngerðin er ein dagføring og nágreinan av galdandi reglum, og stuðlar m.a. undir ásetingarnar í nýggju byggireglugerðini fyri Føroyar.

·Kunngerð um løggilding av serkønum veitarum mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum:

Kunngerðin miðsavnar og dagførir flestu løgildingarheimildirnar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum í eina kunngerð. Hetta tryggjar, at øll løggild virkir koma at virka undir somu krøvum og treytum.

·Kunngerð um gjøld fyri løggildingar, ávís eftirlit og loyvisbrøv frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum:

Kunngerðin kemur í staðin fyri tvær eldri kunngerðir um gjøld, og savnar nú allar heimildirnar í einari kunngerð. Nýggja kunngerðin inniber, at gjøld fyri uppgávur, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitið ikki longur ger, er strikað, meðan onnur gjøld og orðingar eru dagførdar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder