JN

Tíðindaskriv frá Alzheimerfelagnum

...

2016-10-27 16:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað harmar Alzheimerfelagið almikið at lesa í uppskotinum til fíggjarlógina fyri 2017, at onki sæst til ætlanir um at seta Demensætlanina fyri Føroyar í verk. Ikki ein króna er sett

av í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017, hóast løgtingið avgjørdi í seinastu løtu í 2016 at seta 250.000 kr av, so Demensætlanin kundi verða sett í verk.

Manglandi játtanin á fíggjarlógini samsvarar ikki við teir tónar, sum eru komnir frá
landsstýriskvinnuni í heilsumálum hesar seinastu vikurnar. Landstýriskvinnan Sirið
Stenberg svaraði fyrispurningi frá Anniku Olsen um Demensætlanina tann 22.09.2016, har hon sigur, at skjøtul er settur á arbeiðið at fáa sett Demensætlanina í verk, og at hetta er eitt alneyðugt arbeiði fyri at tryggja okkara demenssjúklingum og teirra avvarðandi eina betri samskipaða tænastu.

Vit fegnast um, at fyrsta stigið er tikið at seta fyrsta demenssamskiparan av teimum fimm,
sum tilmælt verður í Demensálitinum. Men samstundis eru vit ørkymlað av manglandi raðfestingini, sum Demensætlanin fær á fíggjarlógini. Vit eru øll vitandi um, at Demensálitið er ein samlaður pakki, og tað skal meiri til enn at seta ein demenssamskipara. Tað er eitt sindur sum at ætla sær at keypa eina teldu, men tú velur bara at keypa ein skerm og bíðar við restini til seinni.

Vit sum felag sakna eina klára og greiða útmelding frá landstýriskvinnuni um eina langtíðarætlan fyri Demensøkið í Føroyum. Tað hava vit ongantíð fingið, tí tær 250.000 kr, sum eru á fíggjarlógini í ár, eru ikki orsakað av raðfestingum hjá landsstýriskvinnuni, men ein raðfesting hjá Føroya Løgtingi.

Til samanberingar kunnu vit nevna, at danir seta 470 milliónir av innan demensøkið í tíðarskeiðnum 2016-19. Hetta svarar til, at Landsstýrið setti uml 5 mió av til demensøkið í hesum tíðarskeiðnum.

Nevndin fyri Alzheimerfelagið ynskir tí at koma við eini áheitan á Føroya Løgting og landstýriskvinnuna um at gera eina fíggjarliga raðfesting fyri Demensøkið. ??ll gransking vísir tíverri, at nógv fleiri av okkum fara at fáa eina demenssjúku komandi árini. Føroyar kann taka sær nógv betur av sínum demenssjúklingum og teirra avvarðandi, og tað arbeiðið má takast í fullum álvara og ikki bíða meira.

Vegna nevndina í Alzheimerfelagnum,
Malan Mohr, forkvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder