Í lógini um vinnuligan fiskiskap stendur innleiðandi at tann fiskurin sum svimur í føroyskum havøki er ???ogn Føroya fólks??? ??? men endamálið við orðingin var ikki annað enn at geva Landsstýrinum lógarheimild til at regulera fiskivinnuna.
At ???ogn Føroya fólks??? í sær sjálvum skuldi gerast til eitt hugtak við sterkari politiskari løðing mundi neyvan koma teimum til hugs sum smíðaðu uppskotið til lógina um vinnuligan fiskiskap í 1994. Tað veruliga endamálið við orðingini var nevniliga ikki annað enn at geva Føroya Landsstýri lógarliga heimild til at stýra føroyskari fiskivinnu; hetta vátta persónar sum vóru við til at skriva lógina og seta hana í verk.
Saman við Tummas Arabo, Henrik Old og John Petersen, sat Olaf Olsen í einari nevnd sum hevði til uppgávu at gera uppskot til lóg um vinnuligan fiskiskap ??? undir trýsti frá IMF og Danmark, sum kravdu reguleringar inn í fiskiskapin kring Føroyar aftan á at landið var komið í fíggjarkreppu og undir umsiting. Fyri at eingin ivi skuldi vera um at Landsstýrið hevði fulla heimild til at gera slík inntriv, varð mett at ein serlig lóg um vinnuligan fiskiskap mátti smíðast og samtykkjast av Løgtinginum. Dentur varð lagdur á at taka burtur almennar stundingsskipanir so sum Ráfiskagrunnin og konsolidera fiskivinnuna undir felags umsiting.
???Ja, tað bleiv diskuterað aftur og fram, hetta við orðingini,??? minnist Olaf Olsen, pensioneraður vinnulívsmaður og fyrrverandi politikari. ???Tað bleiv til ???ogn Føroya fólks??? ??? tað var fólkið sum kundi lóggeva, ella umboðið fyri fólkið, Løgtingið. Mær dámdi ikki úttrykkið, men tað bleiv til tað... Hetta var tí at man skuldi geva tinginum og harvið Landsstýrinum heimild til at regulera fiskiskapin, geva fiskiloyvi og so framvegis.???
Hevur merkingin av hesum flutt seg síðani tá?
Olaf Olsen segði: ???Ja, hetta hevur flutt seg so nógv til tað at summi fingu tað til at nú áttu øll alt, og tí má eingin eiga nakran serligan rætt til at fiska fram um ein annan... Hetta hóast tað at mong høvdu stríðst sær til at vinna sær dagligt breyð á sjónum; at hesi so høvdu fingið erfaringar og fisk og harvið arbeiði til nógvar hendur, tað bleiv... tað skuldi burtur. Tað bleiv gjørt soleiðis at nú høvdu øll rætt til tað og so skuldi tað bara fordeilast.??? Les meira her.
Vinna
Tí skrivaðu tey ???ogn Føroya fólks??? í lógina
...
2014-11-24 19:27
Búi Tyril
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald