Renn.fo skrivar:
Leygardagin 11. januar kl. 11.00 verður fjórða umfar av TF Vetrarkappingini skotið í gongd í Sørvági. Tað er Frælsi, sum verður vertur fyri kappingini. Rutan verður stórt sæð tann sama sum síðsta ár. Byrjað verður við kirkjuna í Sørvági og runnið móti Bø. Tá komið verður til Bíggjar, verður runnið omanfyri bygdina, og síðani sneitt til vinstru oman í bygdina. Síðani verður runnið heim gjøgnum bygdina og aftur á mál við kirkjuna í Sørvági. Teinurin er góðar 9 kilometrar. Gentur og dreingir byrja samstundis, men venda við 1,5 km. Teirra teinur er sostatt 3 km. Bólkarnir eru hesir:
- Gentur og dreingir (f. 1998 ??? 2002)
- Kvinnu- og mansunglingar (f. 1993 -1997)
- Opin bólkur kvinnur og menn (f. ??? 1997)
- Veteranar kvinnur og menn (f. 1959 ??? 1968)
- Superveteranar menn (f. ??? 1958)
Ramman um tiltakið er SÍ-húsið, har startnummur verða latin frá klokkan 10.00. Í SÍ-húsinum er eisini møguligt at skifta og at fara í brúsu aftaná. Aftaná renningina verður heiðursmerkjahandan, og Frælsi bjóðar suppu umframt ein kaffi- og temunn.
Best er, um tit melda til á heimasíðuni www.renn.fo. Tilmeldingin verður afturlatin kl. 22.00 fríggjakvøldið. Tað verður tó eisini møguligt at melda til á staðnum. Kostnaðurin er sum vanligt 50 kr. Gentur og dreingir gjalda 20 kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald