Vinna

TF Holding samtakið 141 mió. kr. í avlopi eftir skatt

...

2015-03-25 22:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 TF Holding hevði eitt gott ár í fjør, og útlitini fyri 2015 eru eisini góð. Ársúrslitið var 141 mió. kr. eftir skatt. Fyri skatt var úrslitið 174 mió. kr.

 

Eik Banki hevði 101 mió. kr. í avlopi eftir skatt í 2014. Tað eru 10 mió. kr. minni enn í 2013, eins og mett var í seinastu ársfrásøgn hjá bankanum. ??rslitið er gott, tá ið havt verður í huga, at kappingin millum peningastovnarnar er hørð bæði innan vinnulívið og á sethúsamarknaðinum.

 

Tryggingarfelagið Føroyar hevði 7 mió. kr. í avlopi eftir skatt í 2014. Saman við endurtryggingarvirkseminum var samlaða avlopið 13 mió. kr. og er hetta áleið 24 mió. kr. minni enn í 2013. ??rslitið verður tó mett at vera nøktandi, tá havt verður í huga, at príslækkingar í 2013 høvdu fullan virknað í 2014.

 

Betri pensjón hevði góðar 4 mió. kr. í yvirskoti eftir skatt í 2014. Tað eru 4 mió. kr. meira enn í 2013 og besta úrslitið nakrantíð.

 

Íløguparturin í samtakinum gav eitt avlop á umleið 23 mió. kr. Íløguvirksemið verður í størsta mun rikið í móðurfelagnum og dótturfeløgunum TF Íløgur og TF Ognir. ??rslitið er nøktandi og samsvarar við rakstrarætlanina fyri árið.

 

Búskaparframgongdin, sum sást byrja í seinnu helvt av 2014, væntast at fara at síggjast aftur í eini øking í virkseminum hjá samtakinum í 2015, men herda kappingin á láni- og tryggingarmarknaðinum væntast hinvegin eisini at ávirka raksturin hjá samtakinum.

 

???Avlopið er gott, serliga tá hædd verður tikin fyri kappingini innan banka- og tryggingarvirksemið, sum er harðnað nógv farna árið. Avbjóðingarnar eru fleiri, men sama um tíðirnar eru góðar ella ringar, skulu føroyingar altíð kenna seg tryggar sum kundi í TF Holding samtakinum???, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding samtakinum.

 

Samtakið væntar, at ársúrslitið fyri 2015 verður eitt avlop millum 70-110 mió. kr. áðrenn skatt.

 

Í stuttum:                                                

  • ??rslitið fyri árið 2014 vísir eitt avlop á 141 mió. kr. eftir skatt
  • Eginpeningur 2,8 mia. kr.
  • Nettoinntøkur av rentum og ómaksgjøldum 353 mió. kr.
  • Solvensurin hjá samtakinum var 37,6 prosent

 

Tak niður

Tíðindaskriv

Ársroknskapur 2014

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder