Vinna

TF Holding gjørt treytaða avtalu um keyp av Eik Banka

...

2015-08-10 21:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

TF Holding hevur gjørt treytaða avtalu við Finansiel Stabilitet um at keypa seinasta ognarlutin í Eik Banka

Avtalan umfatar tey seinastu 30 prosentini av partapeninginum í Eik Banka, sum Finansiel Stabilitet enn eigur, eftir at TF Holding keypti 70 prosent av partapeninginum í februar 2011. Avtalan er treytað av, at Finansiel Stabiliet fær møguleikan at bjóða ognarlutin alment út til áhugaðar íleggjarar fyrst og av góðkenning frá Fíggjareftirlitinum.

Finansiel Stabilitet fer nú undir eina sølutilgongd, sum sambært EU reglugerð skal vera opin og gjøgnumskygd; møguligir keyparar skulu vera javnsettir, og søluprísurin skal vera so høgur sum gjørligt.

???Vit hava alla tíðina havt áhuga í at keypa seinasta ognarlutin, og eru nú komin ásamt við Finansiel Stabilitet um treytirnar. Sølutilgongdin, ið Finansiel Stabilitet nú fer undir, er partur av EU reglugerð, so hetta kann ikki gerast øðrvísi. Vit fylgja tilgongdini og gongst alt sum ætlað, so eiga vit 100 prosent av partapeninginum í Eik Banka innan árslok???, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding.

Umframt treytaðu keypsavtaluna, ið partarnir nú hava gjørt, hevur TF Holding enn forkeypsrætt til seinasta ognarlutin, sambært einari eigaraavtalu, sum partarnir gjørdu í sambandi við søluna í februar 2011.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder