2019-07-18 21:10

Í kvøld var finalan í Paradise Hotel 2019 víst á TV3. Seinastu nógvu vikurnar hava nógvir føroyingar fylgt við í sendingini Paradise Hotel, sum føroyingurin Teitur Skoubo hevur verið við í.
Í kvøld gjørdist greitt, at Teitur vann Paradise Hotel, og snýtti partnarin hjá sær tá ið hann valdi at sleppa kúluni á kr. 300.000. Tað var soleiðis at tey kundu deila kr. 500.000, men Teitur slepti á kr. 300.000, og tí fekk partnarin hjá honum, Anne ikki eina krónu við sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald