Ítróttur

Teitur vann GULL í Hillerød

...

2014-02-03 19:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Teitur Dalsgarð úr Vágaskoti hevur í dag luttikið í kappingini Frederiksborg Pokalen 2014, sum verður skotin í Hillerød í Danmark.

 

Teitur vann gull - og setti nýtt føroyskt met !

 

Kappingini byrjaði tíðliga í morgun, so hetta er ein sera langur dagur, nú kl. er farin av 1800 í Hillerød. Tað krevur sítt at halda konsentratiónina uppi í so langa tíð.

 

20 luttakarar vóru við í kadet bólkinum, sum Teitur luttók í, hetta var blandaður bólkur við gentum og dreingjum.

 

Innleiðandi skjeyt Teitur 283+286 = 569 stig, sum er nýtt føroyskt med fyri kadet dreingir á 12 metrum. Gamla metið var 564 stig og átti Sjúrður Rein úr Tambar metið heilt aftur til 17-03-2007.

 

Í finaluskjótingini vóru úrslitini hesi:

1/8:  6-0.

1/4:  6-2.

1/2:  7-1.

Gullfinalan:  Her møtti Teitur eini gentu, sum eitur Josefine, sum eisini hevði verið væl skjótandi allan dagin. Umfars úrslitini vóru hesi: 26-24, 29-29, 30-20 (her kom Josefine at skjóta ein píl forbí, hon var annars væl við og hevði skotið tveir 10'arar), 30-29 = 7-1. Hetta er sera gott skotið av einum so ungum dreingi í so spennandi støðu, 30 stig í avgerandi umfari er fult stigatal.

 

Eggaba Andreasen, venjarin hjá Teiti, var við á ferðini.

 

Vit ynskja øll Teiti hjartaliga til lukku við gull heiðursmerkinum, tað skrivar heimasíðan www.http://faroese-archery.com/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder