
SSL: Borgarstjórarnir í Sandoynni hava í almennum skrivi funnist at tænastuni á Sandoyarleiðini, har Teistin siglir 124 túrar aftur og fram um vikuna og eru 56 tilkallitúrar í Hesti. Tilsamans mannererar Teistin 180 ferðir í havn hvørja viku, og hetta leggur á ymsan hátt trýst á manningina.
Strandferðslan vísir aftur, at tiltøk eru sett í verk at niðurlaga tænastuna um Skopunarfjørð, ella at boð eru givin um, at Teistin skal sigla seinni fyri at spara olju. Teistin brúkar 28-32 minuttir um ferðina um Skopunarfjørð, eins og hann eigur. Men trupult er stundum at halda fráfaringartíðirnar.
Strandferðslan skrásetir í løtuni, hví so er, men greitt er longu nú, at nakrar orsøkir kunnu vera hesar:
1. Teistin er farin at taka vatn í Hesti í staðin fyri í Skopun, tí Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur mælt frá at taka vatn í Skopun. At taka vatn í Hesti tekur meiri tíð, og tað seinkar fráferðum.
2. Við verandi billettskipan er tíðin at krevja inn ov stutt. Umhugsað verður at taka berbarar terminalar í nýtslu, so minni tíð verður brúkt at avgreiða billettsøluna.
3. Ov lítil tíð er sett av til at lasta og lossa millum túrarnar, men manningin má hvørja ferð gera arbeiðið til lítar, og hetta tekur ta tíð, tað tekur.
4. Tað kemur fyri, at ferðandi boða frá, at tey eru ov sein, og tá bíðar skipið eftir teimum ferðandi. Tá hetta hendir, seinkar tað fráferðum.
5. Verandi ferðaætlan tykist ikki at vera realistisk, og hyggjast má at, um hon kann tillagast soleiðis, at hon leggur minni trýst á skip og manning.
Strandferðslan ætlar at fáa loyst hesar avbjóðingar sum skjótast og fer í næstum at hava fund við Samferðslumálaráðið og borgarstjórarnar í Sandoynni um støðuna á Sandoyarleiðini.
Vónandi kann fundurin skapa eina felags fatan millum allar partar um, hvussu umstøðurnar hjá ferðafólki og manning á Sandoyarleiðini kunnu gerast so góðar sum gjørligt. Okkara fremsta mál er altíð at veita ferðafólki so góða tænastu, sum vit yvirhøvur kunnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald