
Hagstovan:
Hagtøl yvir løntakarar býtt á kyn, aldur, vinnugreinar og sýslur eru nú tøk til og við mai mánað. Í mai vóru 24.744 løntakarar tilsamans (árstíðarjavnað tal). Hetta eru 62 fleiri í mun til apríl og 1.050 fleiri í mun til januar í fjør. Trendurin (t.v.s. rætningurin ella rákið í langtíðargongdini, sí mynd) í talinum av løntakarum hevur verið óbroyttur síðan byrjanina av 2014.
(trýst á mynd og talvu, so tær gerast størri)
Broytingar stava frá vøkstri í flest øllum vinnubólkum, tó serliga innan tilfeingisvinnur, sí talvu niðanfyri.
Sí fleiri tøl í hagtalsgrunninum.
Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald