JN

Talgilt koronupass uttan Nem-id og smartphone

...

2021-09-03 12:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sum nakað nýtt ber til hjá føroyingum at fáa talgilt ES-koronupass uttan Nem-id og smartphone.


Kravið um Nemid hevur forðað nógvum í at fáa sær koronupass. Nú er ein loysn funnin á hesum, sum ber í sær, at føroyingar, sum bara hava CPR-nummar, kunnu fáa sítt talgilda danska/ES-koronapass uttan smartphone ella app. Hevur ein persónur tó ikki CPR-nummar, er tað munandi skjótari at bíleggja í afturímóti Nem-id.

Henda loysnin fer at hava týdning fyri rættiliga nógvar føroyingar, ið hava átrokandi tørv á koronupassi.

Tá ið ein persónur vil hava talgilt koronupass, er tað ein prentað útgáva við QR-kodu, ið kann skannast. Tað eru Sundhedsministeriet, Politi og EU, sum eru skrivað á passið.

Hetta gevur eisini børnum undir 15 ár talgilt koronupass. Hesin bólkur hevur ikki havt møguleikan fyrr, tí aldurmarkið fyri Nem-id er 15 ár.

Koronupassið er fyri tey, sum eru koppsett við fyrra og seinna prikinum. Koronupassið fevnir eisini um PCR-kanningar og tey, ið hava verið smittað við koronu.
Mannagongdin er tann sama. Brúkarin kann møta upp á skrivstovuni hjá Thetis á Hoyviksvegi 51 í Havn ella skráseta seg á coronapass.fo. Brúkarin kann fáa eina prentaða útgávu ella í pdf-skjali.

"Hóast vit hava hjálpt túsundtals føroyingum at fáa talgilt koronupass, hevur ein forðing verið Nem-id. Tað eru serliga tey eldru fólkini, sum ikki hava smartphone, og tey, sum ikki hava havt møguleikan at fáa sær Nem-id. Tí halda vit, at vit fara at nøkta tørvin hjá einum rættiliga stórum bólki av føroyingum, ið hava brúk fyri sínum talgilda koronupassið sum er krav í flestu londum í heiminum. Vit halda við hesum, at tørvurin hjá flestu føroyingum til talgilda koronupassið er nøktaður." Sigur Marita D. Magnussen, stjóri í Thetis

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder