HSF: HSF fer nú undir talentvenjingar fyri U12, U14, U16/17 dreingir og gentur og sum kunnugt verður tað Flemming Oliver Jensen, sum fer at standa fyri teimum. Talentvenjingarnar vera í seks ymiskum bólkum: U12 dreingir, U12 gentur, U14 dreingir, U14 gentur, U16 dreingir og U17 gentur.Hvør bólkur fer at vera saman tvær ferðir um mánaðin í hálvan annan tíma hvørja ferð. Venjingarnar vera í fríggjakvøld og í vikuskiftum og dentur verður lagdur á individuella venjing.
Til fyrstu talentvenjingina verða venjarar í teimum ymisku árgangunum bidnir um at velja leikarar út, sum teir halda eiga at vera partur av talentvenjingunum. Hvussu nógvir leikarar koma til fyrstu venjingina er tí ikki lætt at siga. Men burtur úr teimum leikarum, sum møta, verða lið sett saman, sum so leika í móti hvørjum øðrum. Venjararnir eru vælkomnir at vera við til hetta. Eftir fyrstu venjingina verða 20 leikarar valdir út at møta til næstu ferð og tá byrjar sjálv talentvenjingin. Tað skal undirstrikast at tað merkir ikki, at leikarar, sum í hesum sambandi ikki fáa boð at møta aftur, endaliga eru úti av myndini, tí tillagingar fara alla tíðina at verða gjørdar ??? í mun til, hvussu leikarar klára seg og annars mennast gjøgnum kappingarárið.
Fyrstu talentvenjingarnar vera hesar:
U17 gentur: Fríggjadag 1. nov, kl. 18.00-19.30, á Hálsi (Neistin og Kyndil lata tíma)
U16 dreingir: Fríggjadag 1. nov, kl. 19.30-21.00, á Hálsi
U12 gentur: Sunnudag 3. nov, kl. 09.30-11.00, Hoyvíkshøllin
U12 dreingir: Sunnudag 3. nov, kl. 13.00-14.30, Hoyvíkshøllin
U14 gentur: Sunnudag 3. nov, kl. 18.00-19.30, Hoyvíkshøllin
U14 dreingir: Sunnudag 3. nov, kl. 19.30-21.00 Hoyvíkshøllin
Leikarar skulu møta í venjingarklæðum og hava bólt og vatndunk við.
Vinarliga
HSF og Flemming Oliver Jensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald