JN

Takk fyri Skálafjørðurin

...

2021-07-28 15:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit eru so ómetaliga fegin um góðu undirtøkuna og vilja av hjarta takka tykkum, sum koyrdu saman við okkum og øll tykkum sum stóðu framvið vegnum, har vit koyrdu í Eysturoynni og í Havnini.

Takk fyri eysturoyingar, at tit tóku so væl ímóti okkum, nú vit fyri fyrstu ferð fóru útum Havnina við pridini.

Hans og Lilja Blaasvær vinnu vinningin fyri flottasta akfar. Vinningurin var 1 yvirnátting á Hotel Hilton fyri 2 við morgunmati, plakat og posa frá LGBT Føroyum og merchandise frá FIMFF.

Bilurin við nummarplátuni KF 016 vann tvær Pardon My French burgararmenuir frá Hallartúni. Tit sum koyrdu við hesum bilinum eru vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á facebook ella á teldupost [email protected]

LGBT Føroyar takkar fyri enn eina góða pride og ynskir øllum eina framúr góða ólavsøku

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder